I truly enjoy life, and I never want to stop enjoying life.

I want everything that I get involved with to be a part of my enjoyment of life, whether if it is fun, entertaining, interesting, for the good of others or to exalt God. And I want my year at SKEMA Business School to be a part of this.

Monday, July 19, 2010

Ein vika á Zarepta.


Eg havi akkurát verið á Zarepta á 13 ára leguni har. Eg var leiðari har, og eg hevði hesar fittu gentir á mínum holdi. Tað var ein sera góð lega, vit høvdu tað stuttligt, og eg var ógvuliga glað fyri at genturnar gjørdu mær tann beina og løgdu seg at sova tá náttarfriður skuldi vera, túsund takk fyri :)




At skapa sær eitt sindur dugdu vit eisini væl. Her er kapping um at gera flottasta hoppið, og eg haldi, at tær duga sera væl :) Eg fái ongantíð nokk av hoppimyndum.




Tá veðrið jú var so gott, so varð sjálvandi grillað. Her er alt holdið samla, og Elsa er eisini komin, eftir at hava verið langt burturi og ferðast.




Hugnaløtan var bara eisini hildin uttanfyri.



Genturnar hjá vildu sleppa at royna alt. Her rógva tær okkum langt út á vatni. Bara rólig, eg hjálpti eisini eitt sindur til.



Ein av døgunum fóru vit eisini í ítriv á pynta skrivibøkur. Summar vóru ógvuliga skjótt lidnar, meðan eg brúkti laaanga tíð og endaði við at vera síðst liðug.




Vit fóru eisini at svimja. Genialt at Zarepta hevur so nógv at bjóða. Hetta var tann stuttligasta myndin vit tóku har.

Alt í alt vil eg siga, at hetta var ein góð vika. Tað vóru útfordringar, sum vit máttu berja okkum ígjøgnum, men eg haldi, at Orð Guds bleiv greitt prædikað, vit lærdu øll millum annað Móses betur at kenna. 

Eg haldi á at biðja fyri tykkum, gentir, haldið tykkum til Gud og latið Hann vera Harra tykkara!